people

Vælkomin til leigunevndina

Leigunevndin upplýsir og vegleiðir um viðurskifti í samband við leigu og útleigu av bústøðum. Tú kanst kæra til Leigunevndina um ávís leigumál, og lata okkum taka avgerð í kærumálum millum útleigara og leigara.

Tíðindi

Ársfrágreiðing 2015

09. mai 2016

Ársfrásøgn 2015…

Ársfrágreiðing 2014

29. apríl 2015

Ársfrásøgn 2014 Um Leigunevndina Leigunevndin tekur avgerð í trætumálum millum leigara og útleigara. § 26. Leigunevndin kann viðgera kærur frá pørtunum um: 1) ein møgulig hækking av leiguni…

Lógin

Upplýsing til leigara

Sum leigari hevur tú fingið ávís rættindi í nýggju leigulógini, sum tú ikki hevur havt áðrenn. Talan er fyrst og fremst um uppsagnarrættindi, og verju móti órímiligum broytingum mitt í leigutíðarskeiðnum.

Les meiri

Upplýsing til útleigara

Sum útleigari hevur tú fingið ávís rættindi í nýggju leigulógini, sum tú ikki hevur havt áðrenn. Talan er fyrst og fremst um ásetingar um uppsagnarmøguleikar, og greiðar reglur fyri leigara, sum [...]

Les meiri

Klaga beinleiðis á netinum

Heldur tú at tað eru órímilig viðurskifti í tínum leigumálið? Skriva her títt kærumál beinleiðis í teigarnar her, og málið verður skrásett og tikið upp til viðgerðar beinanvegin.

Navn (kravt)

Teldupostur (kravt)

Evni

Spurningar og svar

Hví almennan leigusáttmála?

Tí tað er lógarkrav. Eftir nýggju leigulógini, sum kom í gildi 1. september 2010, skulu øll leigumál framyvir nýta ein og sama leigusáttmála, ið er ásettur í kunngerð nr. 89 frá 27. august 2010.

Kann eg útleiga uttan leigusáttmála?

Bert leiguavtalur, ið eru longri enn 3 mánaðir eru fevndar av leigulógini. Verður ein tíðaravmarkað leiguavtala undir 3 mánaðar longd út yvir 3 mánaðar, verður avtalan fevnd av leigulógini. Ikki ber til at umganga reglurnar í leigulógini við at gera fleiri avtalur upp til 3 mánaðir.

read all

Sáttmálar og skjøl

Eftir nýggju leigulógini, sum kom í gildi 1. september 2010, skulu øll leigumál framyvir nýta ein og sama leigusáttmála, ið er ásettur í kunngerð nr. 89 frá 27. august 2010.

Endamálið er at tryggja leigara móti, at órímiligar avtalur verða gjørdar. Leigusáttmálin inniber, at partarnir sínámillum tó hava møguleika at avtala annað. Tílíkar avtalur skulu fylgja teimum minstukrøvum, ið verða ásett í lógini, tá ræður um verju av leigaranum.

Eisini er krav, at ein innflytingarfrágreiðing verður gjørd, tá leigari flytir inn í ogn hjá útleigara.

all downloads