Leigulógin longu havt sína ávirkan

Rættindi: 1. september kom nýggj leigulóg í gildi, sum gav bæði útleigarum og leigarum kring alt landið nýggj rættindi, og setti nýggj krøv. Lógin hevur verið væl móttikin

- Nýggja heimasíðan hjá leigunevndini hevur verið nógv brúkt, og fleiri fyrispurningar eru komnir.
Tað sigur Andrass H. Arge, brúkaraumboð, sum eisini hevur fingið til uppgávu at taka sær av dagliga arbeiðnum hjá leigunevndini.

Gomul lóg
At ein leigulóg er galdandi, er nakað heilt nýtt fyri stórar partar av landinum. Áðrenn nýggja leigulógin kom 1. september í ár, var bara ein lóg í gildi, sum umrøddi leigumál í Tórshavn.
Gamla lógin nevndist “Midlertidig bestemmelse for Færøerne nr. 41 af 2. december 1940 om lejeforhold med senere ændringer”, men var í gildi uttan stórvegis broytingar í 70 ár.
Tann lógin gav leigunevndini rættiliga víðar heimildir. Millum annað kundi leigunevndin seta leiguna niður á leigumálum, um hon helt at útleigarin tók okursprís.
Henda víða heimildin er ikki í gildi í dag, men hinvegin verða onnur krøv sett.
Gamla lógin var heldur ikki serliga nógv brúkt. Sum útgangsstøði skuldu allir leigusáttmálar sendast leigunevndini til góðkenningar, men tað hendi bara so at siga ongantíð.

Greiðar linjur
Nýggja leigulógin skal fyrst og fremst syrgja fyri, at útleigari og leigari eru samdir um treytirnar fyri leigumálinum. Eingin ivi skal vera um nær eitt leigumál skal sigast upp og hvussu.
Við einum innflytingarskjali skal tað millum annað eisini vera greitt fyri bæði leigara og útleigara, hvørjum standi tað leigaða er í, og hvør skal rinda fyri møguligar ábøtur.
Verða sáttmálin ella innflytingarskjalið ikki útylt, er tað talan um beinleiðis brot á leigulógina, og ein sekt við dagbótum kann áleggjast, inntil viðurskiftini koma í rættlag.
Andrass Holm Arge sigur, at fleiri útleigarar hava spurt um neyðugt er við standardavtaluni, sum leigunevndin krevur, tí viðkomandi hevur ein sáttmála, sum kann samanberast og kanska er betur fyri partarnar.
- Men har er svarið, at ein tílíkur sáttmáli ikki kann brúkast. Tað er eitt krav, at standarssáttmálin verður brúktur, sigur hann.
Variantar av sáttmálanum verða ikki góðkendir.

Nøkur mál
Andrass Holm Arge sigur, at longu nú eru nøkur fá leigumál komin á hansara borð.
- Tað ger alt so nógv lættari at avgreiða fyri allar partar, um sáttmáli fyriliggur, sigur Andrass Holm Arge.
Av tí at so stutt er fráliðið, veit hann ikki, hvussu nógv leigumál hava fingið ein sáttmála. Fráboðanarskyldan er ikki til, og tí kunnu komandi mál bara vísa, hvussu stendur til.
Tað eru bara leigumál, sum eru komin í gildi eftir 1. september, sum eru umfataði av nýggju lógini.
Í Tórshavn er tann áseting galdandi, at um leigumálið er eldri enn 1. september, so eru ásetingarnar í gomlu lógini galdandi.

Dimmalætting ©

Skrivað hevur: Georg L. Petersen.