Sambært § 5 í leigulógini, kann útleigari krevja depositum, svarandi til leigu fyri í mesta lagi 3 mánaðir.
Leiguupphæddin verður ásett eftir avtalu millum útleigara og leigara.
Depositum er ein trygd fyri skyldum leigarans, tá hann flytur út úr leigaðu hølunum.
Útleigari kann krevja depositum afturhildið um:
- Leigari ikki letur tað leigaða aftur í sama standi, sum tað var í, tá flutt varð inn, burtursæð frá vanligum sliti og elli. Sum dømi kann nevnast, at hol í veggin er ikki vanligt slit.
- Leigari skyldar leigugjald, ella
- Leigari á annan hátt kann lastast fyri, at útleigari hevur havt eitt fíggjarligt tap, orsakað av leiguni. Útleigarin hevur próvbyrðuna fyri, at hann hevur havt eitt slíkt tap.
Í tann mun, at útleigari krevur depositum skal hetta verða ásett í leigusáttmálanum, ið verður undirskrivaður av bæði leigara og útleigara.
Útleigari kann sostatt ikki eftirfylgjandi krevja at leigari skal rinda depositum.
Depositum verður at rinda inn á deponeringskontu í peningastovni, hetta fyri at tryggja, at hvørki leigari ella útleigari hava ræðisrættin yvir peninginum, so leingi leiguavtalan er galdandi.
Í mai 2013, varð broyting gjørd í leigulógini, soleiðis, at depositum framyvir skal rindast á deponeringskontu hjá útleigara. Útleigari rindar fyri at seta á stovn deponeringskontu. Tað er eisini útleigari, ið sambært § 5, stk. 3 í leigulógini hevur rentuágóðan av depositum í sambandi við, at leiguavtalan endar.
Kravið um deponeringskontu er galdandi fyri øll leigumál til bústað, tó undantikið leigumál, ið Føroya Bústaðafelag umsitur.
At stovna deponeringskontu:
Fyri at stovna deponeringkontu, skal peningastovnurin hava:
- Persónsupplýsingar og samleikaprógv frá útleigara og leigara
- Undirskrivað eintak av leigusáttmála
- Upphæddina á depositum
- Bústaðin á tí leigaða
Útgjalda depositum
Útgoldið verður av deponeringskontu eftir ákravi treytað av, at útleigari og leigari í felag, og fullari semju, skrivliga biðja um tað.
Smidligasti hátturin at fáa depositum útgoldið, er, at leigari og útleigari, eftir at hava sýnað leigubústaðin í sambandi við uppsøgn av leigumálinum, undirskriva áheitan til peningastovnin um at útgjalda depositum. Í tann mun, at bert partur av inngoldna deposituminum skal útgjaldast leigara, vátta partarnir hvør upphæddin er, ið skal útgjaldast leigaranum.
Samstundis verður váttað, at restin av upphædduni skal flytast útleigaranum.
Á heimasíðu leigunevndarinnar, www.leigunevndin.fo, er skjal hjá pørtunum at undirskriva í sambandi við áheitan til peningastovnin um at útgjalda depositum.
Tað er óviðkomandi fyri peningastovnin, at útleigari mótvegis peningastovninum mótmælir, at leigari fær útgoldið depositum. Einans undirskrift frá báðum pørtum ella avgerð frá leigunevndini kann grunda útgjald av depositum. Í tann mun ósemja er millum partarnar og partarnar velja at leggja málið beinleiðis fyri rættin, heldur enn fyri leigunevndina, kunnu peningarstovnarnir tá útgjalda depositum sambært:
- innandi dómi,
- gerðarrættarúrskurði,
- uttanrættarsemju ella
- rættarsemju
Hevur leigunevndin tikið avgerð í máli um depositum, skal peningastovnurin útgjalda sambært avgerð leigunevndarinnar, uttan mun til, um partarnir eftirfylgjandi leggja málið fyri rættin.
“Pengar undir borðið” frá leigara til útleigara er strangliga bannað, og verður mett sum lógarbrot, ið verður sektað. Sambært § 4 í leigulógini er tað bannað útleigara at taka ímóti ella krevja aðra samsýning frá leigara enn leigu ella at treyta sær, at leigari er partur av aðrari rættargerð, ið ikki er partur av leiguavtaluni. Útleigari kann t.d. ikki krevja eina upphædd frá einum leigara, soleiðis at hesin fær leigumálið fram um annan leigara, ella at leigari við síðuna av leigugjaldinum skal rinda onnur gjøld, ið annars ikki er ein partur av leiguavtaluni.