Upplýsing til útleigara
Sum útleigari hevur tú fingið ávís rættindi í nýggju leigulógini, sum tú ikki hevur havt áðrenn.
Talan er fyrst og fremst um ásetingar um uppsagnarmøguleikar, og greiðar reglur fyri leigara, sum ger at tú við lógarrætti kann tryggja teg ímóti órímiligum tap av leigarans ávum.
Eisini er rætturin at kæra til leigunevndina ein nýfunnin rættur hjá tær sum útleigara.
Undir spurningar og svar eru ein røð av viðurskiftum, sum tú sum útleigari, eigur at gera teg meiri kunnugan við, áðrenn tú avtalar leigumál við leigarar.