Leigunevndin
Leigunevndin er til, tí Løgtingið hevur samtykt løgtingslóg nr. 60 frá 26. mai 2010 um útleigan av bústøðum, leigulógin.
Endamálið við leigulógini er at seta í verk skipaði og dagførd viðurskifti fyri alt landið í samband við leigan og útleigan av fastari ogn.
Leigulógin kemur ístaðin fyri “Midlertidig bestemmelse for Færøerne nr. 41 af 2. december 1940 om lejeforhold”, og fevnir um leiguavtalur, sum verða gjørdar aftaná, at hendan lóg er komin í gildi.
Leigunevndin skal hava eftirlit við, at ásetingarnar í lógini verða hildnar, og taka avgerð í trætumálum millum leigara og útleigara.
Leigunevndin er mannað við einum formanni, sum er løgfrøðingur, einum limi, sum er búskaparfrøðingur og einum limi, sum hevur útbúgving innan byggifrøði. Limirnir eru tilnevndir fyri eitt fýra ára tíðarskeið.