Heimildir

Leigulógin gevur leigunevndini rættiliga víðar heimildir yvirfyri leigara og útleigara:

Skjót viðgerð

Leigunevndin skal sambært lógini skjótast gjørligt taka avgerð í øllum kærumálum. Formaðurin í leigunevndini kann einsamallur taka støðu til mál, sum ikki kunnu útsetast, og kann geva eini kæru steðgandi virknað, til avgerð er tikin í málinum. Allar avgerðir í leigunevndini verða tiknar við vanligum meiriluta av nevndini.

Avgerðir kunnu ikki kærast

Avgerðir hjá leigunevndini í kærumálum eru endaligar, og kunnu ikki kærast til hægri fyrisitingarmyndugleika. Formaðurin hevur heimild sjálvur at avvísa kærur um viðurskifti, sum liggja uttan fyri málsøki nevndarinnar.

Geva boð um broytingar

Leigulógin gevur leigunevndini beinleiðis heimildir til at broyta ávís leiguviðurskifti. Leigunevndin kann til dømis:

1) ógilda eina ólógliga uppsøgn.
2) áleggja afturgjaldan av afturhildnum depositum.
3) seta til viks eina greitt órímiliga leigu og samstundis áseta aðra leigu (einans galdandi fyri sáttmálar gjørdir 14. mai og seinni)
4) heilt ella lutvíst strika hækking av leiguupphædd.
5) áleggja útleigara at gera neyðugar ábøtur av ognini.
6) krevja upplýsingar frá pørtunum, og at sleppa at sýna leigaðu hølini.
7) í førum, har leigari ella útleigari noktar at lata upplýsingar ella loyva sýni, kann leigunevndin taka hetta við í kæruviðgerðina, honum sjálvum at skaða.

Geva bót

Leigunevndin kann revsa tann partin, sum ikki lýkur teimum boðum, sum leigunevndin krevur av honum. Dømir um hetta eru:

1) dagliga sekt til tann partin, ið ikki letur leigunevndini upplýsingar, sum leigunevndin krevur, ella sum ikki virðir avgerðir nevndarinnar, ella ger eftir boðum frá nevndini. Sektin kann tó ikki vera hægri enn leiguupphæddin.
2) Innheinta sekt við panting saman við innkrevjingarkostnaði.
3) Melda til løgreglu tann, sum við vilja ella við grovum ósketni brýtur ávísar greinar í leigulógini.