Upplýsing til leigara

Sum leigari hevur tú fingið ávís rættindi í nýggju leigulógini, sum tú ikki hevur havt áðrenn.

Talan er fyrst og fremst um uppsagnarrættindi, og verju móti órímiligum broytingum mitt í leigutíðarskeiðnum.

Eisini er rætturin at kæra til leigunevndina ein nýfunnin rættur hjá tær sum leigara.

Undir spurningar og svar eru ein røð av viðurskiftum, sum tú sum leigari, eigur at gera teg meiri kunnugan við, áðrenn tú fert inn í eitt leigumál.