Virksemi

Leigunevndin kann viðgera kærur frá leigara og útleigara um:

1) ein møgulig hækking av leiguni er rímilig, og kann heilt ella lutvíst strika hesa hækking.

2) leigubústaðurin lýkur ásettu krøvini í § 9 í leigulógini, og kann í hesum sambandi áleggja útleigaranum at gera neyðugu ábøtur.

3) rættin og skyldur hjá útleigara at fremja umvælingar.

4) grundarlagið fyri uppsøgn av leigumálinum og kann ógilda eina ólógiga uppsøgn.

5) afturhaldan av depositum.

Leigunevndin virkar sum endaligur kærumyndugleiki í førum, har leigari ella útleigari kenna seg at verða fyri órímiligum viðurskiftum ella vanbýti.

Leigunevndin kann útskriva dagbøtur til teirra, sum ikki halda leigulógina, og í ávísum førum at melda mál til løgregluna, tá talan er um sera álvarslig brot ella brot á revsilógina.